Soleiðis sær nýggji bygningurin hjá Bátatænastuni út.

Marine Base

Í 2008 flutti Bátatænastan inn í Marine Base, sum er navnið á stóra bygninginum í Álakeri. Her hava vit umstøður at arbeiða uppá bátar á staðnum, og vit bjóða okkum fram at gera umvælingar og viðlíkahald á bátar í øllum støddum.

Eisini er møguleiki hjá kundanum at leiga pláss inni í høllini, har man sjálvur kann arbeiða uppá sín bát innandurða, tí at føroyska veðurlagi loyvur ikki einum at arbeiða alt árið uttandurða.

 

 
Her stendur ein Galeon 330 HT inni í høllini

Høllin kann rúma einar 5 til 8 bátar í senn, men hvussu nógvir kunnu verða inni, veldst sjálvandi nógv um stødd á bátinum. Bátar upp til 4,4 metur í breidd, og 5,5 metur í hædd, kunnu koma inn í høllina.

 

Motor verkstaður

Bátatænastan hevur eisini ein væl virkandi motorverkstað, har vit kunnu gera allar umvælingar uppá motorar, gear, drev og annað.